Verðins lekkrasti Rabarbugreytur
Líka síðani eg var barn, havi eg sett rabarbugreyt og summar í samband við hvørt annað. Omma hevði rabarbur í garðinum, so hon hevði altíð rabarbur klárar til rabarbugreyt, súltutoy og rabarbu kakur.
So eg var sera glað, tá vit fluttu í húsini. Tí her havi eg mín egna rabarbu garð. Enn er hann so lítil, men eg havi planir um, at fara til Havnar, at keypa mær rabarbu røtur.
Men glað var eg, tá eg vigaði rabarburnar, og sá at eg hevði nokk av rabarbum, at gera rabarbugreyt. So eg fór í sving.
Rabarbugreyturin smakkaði so væl, at eg haldi tað vera synd, at tit fittu fylgjarar, ikki skulu hava møguleikan at royna rabarbugreytin sjálvi.
Her er uppskriftin
~ 750 g av rabarbum
~ 7,5 dl av vatnið
~ 4 - 5 Spsk javningspulvur við liti + 2 dl vatn ( javningin )
~ 225 g av dúkurin
Arbeiðsháttur:
Skola rabarburnar og skera tær smátt. Koyra rabarburnar í eina grýtu. Stoyt vatnið niður ígjøgnum grýtuna, og lat tað kókað ímóti eini 30 minuttir, við lágum hita.
Sína saftina frá rabarbunum. Tað skal vera 1 L av saftini. Koyra vatn í, ínntil tað verður 1 L.

Koyra saftina og sukuri aftur í grýtuna, og lat tað koma upp at kókað.
Javna greytin. Koyra javningin pulvur og 2 dl vatn í ein javnara. Tak greytin av plátuni, og fór javningin í greytin.

Koyra greytin í eina skál at køla av. Stroy sukur omaná greytin, so at skorpa ikki kemur á.
Havi róma ella vaniljukrem til.
Vælgagnist, njóta nú rabarbugreytin og summari 😀 Eg havi keypt mær 5 kg av rabarbum. So eg fari at royna at gera súltutoy, rabarbusaft og rabarbu tertu. Yeeees summari er komi.
Ps tað er stórur vandi fyri, at skálin verður skjótt uppi. Tað hendi nemligani her.


Ingen kommentarer:
Send en kommentar