NEI TAKK TIL ENN EIN LOPPUMARKNAÐA.
Leygardagin hevði eg leiga eitt borð í Sjónleikarhúsinum. Av tí at tey høvdu Marknaðardag, so kundi ein bíleggja sær borð. Eg nýtti høvi til at sleppa av við avlopið hjá mær.
Eg havi áður roynt, at leiga eitt borð til loppumarknað. Men tað hevur verið her á Sandi. So tað var fyrstu ferð, at eg seldi loppur í Havnini. Men sum tey klóku siga, tað er sunt at prøva nýggj ting.
Dyrnar opnaði kl 10 og lótu aftur kl 14. Fitt av fólki vóru á gátt, og lagið var av tí besta. Men inntøkan var einki at reypa av. Tað kom ikki, sum nakað yvurraskilsi, tí har vóru nógv borð.
Næstan einki kom heim aftur við
Okkurt slapp eg tó av við. Eg setti okkurt til somu á Facebook til botn prís, har eri eg sloppin av við tað mesta. Restin av loppumarknað bleiv deild upp, og latin til ymiskar fyritøkur. Klæðini fóru øll til Reyða kross búðina. Tingini og bøkurnar blivu latín til Dugna á Hjalla. Smyrsl og vakurleika produktini gav eg til eina vinkonu.
So tað var ikki nógv, sum kom heim aftur við. Tað hevði eg planlagt frammanundan. Tí eg ruddi út í húsinum. Vit hava einki ovasta loft, so tað er begrensa hvat eg kann goyma.
Alt í alt, so eri eg vælnøgd við dagin. Eg eri gávumildur av lyndi, so tað var deiligt, at kunna lata okkurt til vælgerandi endamál. Men tó, so vanti eg ikki, at eg fari at hava fleiri loppumarknaðir enn á sinni. Tað eru tvær orsøkir til tað.
1. Tað krevur alt ov nógvar orku av mær. Inntøkan er so lítil, at tað er meira møði enn føði.
2. Eg havi jú ikki fleiri loppur at selja.
Nú havi eg sjálv verið við til fleiri loppumarknaðir. Báðir sum seljari og sum keypari. So eg veit eitt sindur um, hvat fólk hyggja eftir, hvørjar loppur ganga væl og hvørji ráð eru góð at minnast.
So eg fari at deila nøkur tips við tykkum.
1. Sel ikki vøruna ov dýrt. Fólk fara á loppumarknað fyri at fáa tingini bíliga.
2. Set ikki prís merki á vøruna. Keyparin spyr hvat ein vil hava fyri vøruna.
3. Tey tingini sum vera mest seld eru køksting, leikutoy, bøkur og pyntiting. Summar tíðir ganga klæðini eisini væl. Annupá stødd, prís og kvalitet.
4. Sel ting, sum hoyra til árstíðina. Td kavadraktir og sleðu um veturin, og sólbrillur um summari.
5. Tosað við keyparin, um vøruna hon/ hann hyggur eftir. Sig hvat vøran kann brúkast til, fortel okkurt um vøruna og sig td ”Tú kann fáa vøruna fyri xx kr”
Her er ein link til eina síðu á Facebook. Har kann ein hyggja, og vita nær og hvar loppumarknaður er.
https://www.facebook.com/search/top/?q=loppumarknaðir%20í%20føroyum

Ingen kommentarer:
Send en kommentar