Í langa tíð, havi eg hugsaði um, at skriva eina stuttsøgu uppá "None-stop". "None-stop" merkir, at ein skrivar ein tekstur uttan steðgir. Men tá ein er mamman til ein 5 ára gamlan villbassa, er tað summar tíðir ringt, at kunna skriva uttan avbrótilsi.
Men her er so stuttsøgan. Leggi til merkis, hvørjir litir eru brúktir í søguni. Hugsa eisini um boðskapin.
Skuggin
--
Skuggin Hon sat á songarstokkinum og hugsað um alt, sum hon hevði verið ígjøgnum. Lívið hevði bestemt ikki verið ein danskur at rósum. Tá alt sá út til at vera komi í rættlag, hendi okkurt uppaftur verri. Soleiðis hevði tað ikki altíð verið. Barnaárini høvdu verið góð og friðsæl. Hon kom frá eini miðal ríkari familju. Eini sokallaði kjarnu familju. Við tveimum foreldrum og trimum børnum. Tey høvdu verið uttanlands og ferðast so at siga hvørt ár. Børnini høvdu ongantíð mangla nakað, men vina hópurin var lítil.
Ungdómsárini høvdu eisini verið góð. Kanska ikki líka góð, sum barnaárini. Men tað komst av, at hon hugsaði so nógv um, hvat fólk hildu um hana. Tað var eisini í ungdóms árinum, at tann svarti skuggin byrjaði at koma sníkjandi. Hon hevði aldrin havt so gott sjálvsálit. Orsøkina til tað, visti bara hon. Hon hevði so klára, at koma ígjøgnum eina miðnám útbúgving. Tað var hon sera glað fyri, tí samfelagið var soleiðis innrættað, at uttan eina útbúgving, kann ein ikki brúkast.
Tær Vinkonurnar, sum hon hevði havt, vóru tíðliga byrjaðar at vera áhugaðar í mannfólki. Hon kundi ikki siga, at hon ikki sjálv vísti eitt sindur av áhuga til tað mótsetta kynið. Men einki ímóti vinkonunum. Tær byrjaðu eisini at drekka. Hon sjálv var ofta freista,til at drekka. Men hon var uppvaksin við, at alkoholið var ikki ein góður harri. Tað var ikki fyrrenn tann svarti skuggi byrjaði at koma tíðliga fram, at hon byrjaði so smátt eisini at smakka sær á. Men sum árini vóru gingin, hevði hon ikki sæð nakra orsøk til at drekka. Hví skuldi hon drekka, tá hon ongan hevði at drekka saman við? Sjálvt um hon var sum ungdómur flestir, við at ganga ígjøgnum býnum og vera saman við vinkonunum, helt hon seg altíð vera øðrvísi. Mannfólki sá út sum, teir als ikki sóu hana. Í byrjanini legði hon einki í tað, men sum árini gingu føldi hon tómrúmi meira og meira .
Ringast var tað nú, tá hon var blivin vaksin. Summar dagar var einsemi, ikki til at halda út. Tað var eisini slíkar dagar, at tann svarti skuggi gjørdi mest um seg. Hon hevði ongan, at tosað við. Tað kom mest av tí, at tann svarti skuggi bað hana ikki stóla uppá nakran. Tað var altso undarligt, tann svarti skuggin var hennara fjendi, hann oyðilegði hennara lív og stýrdi henni. Men tá alt kom til alt, var hann eisini hennara einasti vinur. Hann hevði meira ella minni verið har, alt tað hon visti um. Nú hevði hon bara hann eftir. Vinirnir høvdu fingið nokk av henni, men tað forstóð hon eisini væl. Tí hvør tímdi at vera saman við einari, sum ikki tordi út um hurðina?
Arbeiðið hevði hon eisini havt, og hon hevði dámt væl at arbeiða har, men enn einaferð hevði skuggin oyðilagt tað fyri hana. Til endans møtti hon ikki upp til arbeiðis. Sjálvandi kundi ongin forstanda seg uppá, hvussu ein vaksin kona ikki tordi út um hurðina. Tey forstóðu ikki, at øll verðin hugdi at henni og hvørjum lítlum feili hon gjørdi. Tað var eisini orsøkin til, at hon hevði upprættað sær eina app,har hon kundi bíleggja gerandisvøru heim til dyrnar. Soleiðis slapp hon undan, at møta øllum teimum forvitnu eygunum.
Ein Sálarfrøðing hevði hon eisini tosað við. Men tá sálarfrøðingurin bað hana sleppa tí svarta skugganum, hevði hon ikki verið áhuga í, at halda fram við samrøðunum. Tað komst av, at einaferð hevði hon roynt at sloppið skugganum, men tá hevði hon følt seg nógv meira einsamalla enn áður. Hon hevði følt eitt slíkt einsemi, at hon hevði bara ligið í songini og gána. Tá var tað nógv betri, at hava selskap.
Hon vaknaði av sínum dagdreymi, tá telefonin ringdi. Hvør ringdi til hana? Tað var ein meira sjáldsamt, at telefonin ringdi. Tí hon hevði sum so ongan, at tosað við. Varliga tók hon telefonina og segði ” Halló”. Røddin hinumegin rørið var bæði blíð og týð. ” Hey hey er tað Magna?” jú viðkomandi hevði fingið rætt nummar ”Ja tað er tað. Hvør ert tú?” Tað bleiv Stilt hinumegin hornið. Typiskt hugsaði Magna. í tí hon skuldi leggja hornið á, hoyrdi hon røddina aftur. Hesaferð var røddin heldur spakmælt, tað var sum hon skammaði seg. ” Jú…. Ja … Hetta er.. ehm hetta er Kára. Magna vísti bara um eina, sum æt Kára. Men tað vóru nógv Harrans ár síðan, at hon hevði sæð nakað til hennara. Faktiskt hevði hon ikki sæð Káru, síðani hina ferðina tær høvdu noydd hana, at pilka nøs og eta bussimannin frammanfyri Ólavi og teimum. Tí tað var tann dagin,at hon hevði innsæð, at tað var betri at vera heilt einsamøll.
”Eg veit ikki, um tú minnist meg. Vit gingu í pararell flokki saman í fólkaskúlanum” Magna føldi at hon bleiv heit um oyrini. Hvussu kundi handan Kára halda, at man gloymir happing soleiðis? Hon hevði besta hugin at smekkaði rørið á, men av eini ella aðrari løgnari orsøk, var hon sera forvitin eftir at vita, hvat Kára hevði at siga. Ikki minst hví hon ringdi. ”Jú, eg minnist teg, tað er ringt at gloyma teg. Orðini komu heldur ilsliga út, tað hoyrdi Magna. ” Eg var bangin fyri at fáa hatta svarið. Men eg vóni innarliga,at tú vil hitta meg til ein kaffimunn”. Kaffi við einum av hennara ringastu fíggindum í fleiri ár. Skuldi hon veruliga gera Kári eina tænastu, aftaná alt lortið Kára hevði útsett hana fyri? Svarið Magna ætlaði at svara var ”Nei illanstíð, eg vil aldrin síggja teg fyri mínum eygum. Eg leggi á nú, og vil ikki hava, at tú ringur til mín” Men svarið bleiv ” Ja,tað kunnu vit gott. Nær hugsar tú? Tað hoyrdist, at Kára bleiv sera bilsin av svarinum. Men als ikki líka bilsin, sum Magna sjálv. Hvat hendi her? Hevði hon veruliga sagt ja til, at møtast við tí ringastu marruni,ein kundi hugsa sær? Tær avtalað at hittast á eini matstovu inni ímóti býnum.
Tá Magna hevði lagt á flugu tankarnir runt í høvdinum á henni. Hon kláraði als ikki, at hava tamarhald á teimum. Hví vildi Kára hitta hana? Hví hevði hon játtaði at møtast? Og so tann brennandi spurningurin ”Hvat fór at henda?” Tann svarti skuggin tóktist eisini, at vera myrkari enn nakrantíð. Sum dagarnir gingu, byrjaði Magna eisini at angra,at hon var gingin við til, at møtast. Men tað var okkurt, sum helt hana aftur, tí av eini ella aðrari orsøk tastaði hon ongantíð telefon nummari,tá hon tók telefonina fram.
Dagin áðrenn hon skuldi møta Káru, fór Magna til frisør. Tað vóru nógv Harrans ár síðani, hon hevði verið til frisør, og tí hevði frisørin ongan møguleika at vita, hvussu Magna vildi hava hárið. Við einum stórum smílið svaraði Magna spurninginum ”Tað sum er in beint nú” . Magna visti ikki hvussu leingi hon hevði sitið í salongini, tá frisørin segði at hon var liðug, og um hon vildi síggja úrslitið. Um Magna ikki hevði vita,at hon hugdi í eitt spegl, so hevði hon ikki kent segði sjálvan aftur.
Glað og vælnøgd gekk Magna eftir gongugøtuni, og fyri fyrstu ferð í langa tíð smíltist hon aftur, tá fólk smíltust til hennara. Av tilvild gekk hon fram við handlinum ”Chich”. Í vindeyganum hekk tann vakrasti grøni kjólin, hon nakrantíð hevði sæð. Kjólin dró hana inn um hurðina. Heilt automatiskt fór hon beina leið yvir til kassa damuna, og spurdi um hon kundi fáa ein tann grøna kjólan, sum hekk í vindeyganum. Tað var gaman í. Á veg til kassan sá hon eitt so vakurt grátt beltið, sum riggaði til kjóla. Bæði beltið og ein ljósareyð varrastift endaðu við kassan, saman við tí grøna kjólanum. Magna hevði fult av summarfuglum í búkinum, tá hon gekk heim hetta heita Várkvøldið. Tað var sanniliga ikki vanligt, at hon gjørdi nakað fyri segði sjálva. Men hon var vælnøgd við kensluna hon hevði.
Fyri fyrstu ferð í fleiri mánar, um ikki ár svav hon bæði Væl og leingi hesa náttina. Tá hon vaknaði um morgunin, frísk og úthvíld skundaði hon sær í brúsuna. Avtalan við Káru skuldi vera á eini av teimum fínastu matstovunum í býnum. So Magna brúkti meginpartin av degnum, at gera seg klára. Nú skuldi hon vísa Káru hvussu væl hon var sloppin burturúr øllum. Sjálvt um tað als ikki var sannleikin. Ein hevði aldrin sæð à Magnu, at hon ikki hevði tað gott sálarliga. Uttaná sá hon út, sum ein heilt vanlig kvinna. Men innaní var sum ein bardagi.
Ikki fyrrenn Magna stóð uttanfyri matstovuna, fór hon at hugsa um, hví Kára hevði valt eina fína matstovu? Einasti mátin at finna útav tí, var at fara inn. Rættiliga nervøs og við stuttum fetum fór Magna inn um hurðina, og skimaðist eftir Káru. Hon vísti hvussu allir hennara happarir sóu út, tí hon var av og á og sneytaði á Facebook.Bara av forvitnið, og kanska eini lítlari vón um, at tað ikki gekk teimum so væl. Hon sá ikki Káru nakra staðni. Hvussu í víðu verð kundi hon vera so býtt og góðtrúgvin? Sjálvandi hevði Kára hildið hana fyri turran spott! Við einum klumpi í hálsinum vendi hon sær á, og var á veg út gjøgnum hurðina, tá ein rødd segði ”Magna hvar fer tú? Eg eri her” Magna vendi sær á og har stóð Kára. Magna legði beinanvegin merki til tann svarta niðurdeilin og tann gula toppin, sum Kára var í. Ivandi gekk Magna ímóti Kári og heilsaði. ”Kom, borðið er her yviri” Tað var okkurt loyniligur í eygnabránum hjá Kári, men Magna kundi ikki siga um tað var gott ella ringt.
”Borðið er her” Magna skuldi akkurát spyrja hví borðið var í veitslusalinum, men fekk ikki orðið upp. Tí Kára hevði opnað tí stóru dupulthurðina, og har stóðu øll, sum Magna hevði gingið í skúla við. ”Er hetta ein grov Joke” hoyrdi Magna segði sjálvan rópa. ”Nei, vit vistu at tú fór ikki at koma, um vit bjóðaðu tær við. Men eg eri vís í, at vit øll hava okkurt, at siga við teg” segði Kára varliga. Geva okkum ein møguleika at bera um umbering. Tú veit ikki, hvussu ringt vit hava tað, at hava oyðilagt tær lívið. Vit hava fingið alt at vita, so hetta er okkara máti, at gera tað gott aftur. Í byrjanini vildi Magna bara burtur, men so vísti tann svarti skuggin seg. Ella rættari sagt, tann hvíti skuggin. Av eini ósigiligari orsøk, var skuggin blivin hvítur. Orðini vóru tíðliga ”Tú fer at angra tað restina av lívinum, um tú gevur upp aftur nú. Við hesum orðinum í huganum segði Magna ”Hvat hava tit at siga?”
Magna helt seg aldrin hava havt eitt so gott kvøld. Ein eftir ein hevði biðið um umbering. Magna sá á teimum øllum, at tey veruliga meintu hvørt orð. Ólavur hevði víst stóran áhugað, og faktiskt hevði hon havt eina undarligt kenslu í búkinum. Hon hugdi yvir á náttborðið, og sá at fartelefonin lýsti. Hvør hevði skrivað? Fjáltur kom á hana, tá hon sá at tað var eitt SMS frá Ólavi. Hon var fyrireikað uppá, at smsið var ein umbering, og at hann als ikki var áhugaður, at tað bara hevði verið alkoholi, sum tosaði í gjár. Tí bleiv hon sera bilsin, tá hon opnaði smsið og læs ” Hey góða, takk fyri í gjár. Nær síggjast vit aftur”?
Syngjandi leyp hon upp úr songini og fór dansandi út í køkin. Telefonin ringdi, og Magna tók hana, uttan at ivast.”Hey Magna kemur tú við út seinnapartin? Tann nýggi mótahandiin ”Broyting” opnar í dag” ”Hey Kára ja eg verið klár klokkan 15, vit síggjast” Magna legði hornið á. Av vana hugdi hon ímóti altan hurðini,fyri at vita hvussu veðrið var. Har sá hon ein hvítan skugga fara sveimandi út.